GRETTIS KVÆÐI
1.
Ein er søgan úr Íslandi komin,
skrivað í bók so víða,
nakað kann eg frá henni greiða,
vilja tit á meg líða.

Nú fellur ríman,
yvir tann breiða fjørð,
har liggur ein bóndi
deyður í døkkari jørð.
Og nú fellur ríman..

2.
Í Íslandi var eitt bygdarlag
á Bjørgum mundi eita;
ríkur bóndi búði har,
ei mætari var at leita.

3.
Ásmundur búði á Bjørgum vestur,
átti son so fríðan,
Grettir sterki nevndur var,
sum gitin er so víða.

4.
Grettir vaks upp í faðirs garði,
hjá sínari móður blíð,
meiri vaks hann á einum ári,
enn onnur børn í trý.

5.
Nýggju vóru vetrar runnir
út av Grettis aldri;
einki gavn hann hevði gjørt,
so sigst í Íslands skjaldri.

6.
Ásmundur talar til Grettir unga:
"Ger mær tað til beina:
sita skalt tú hjá gásarungum,
og sita skalt tú aleina."

7.
Sjeyti vóru gamlar gæs
umframt teirra ungar;
Grettir situr á grønum vølli,
hann tykir teir tímar tungar

8.
Grettir situr á grønum vølli,
tykir ta tíð so langa:
"Lítið líkst mær á gásarungar,
sum ikki duga at ganga!"

9.
Grettir loypur í gásaflokk
við sínum snørum beinum,
summar sleit hann høvdið av,
summar sló mót steini.

10.
Gæsnar vildu ungar verja
av so tungari treyt;
Grettir treiv um veingirnar,
og alla rav teim breyt.

11.
Grettir gongur til hallar heim,
sína móður favnar:
"Deyðir eru gásarungar,
og gæsnar eru lamnar."

12.
Ásmundur gongur for konu sína,
stav bar hann í hendi:
"Grettir hevur eitt herverk gjørt,
sum eingin verri kendi!"

13.
Svaraði hansara sæla móðir,
í gyltum stóli sat:
"Ungdómur og vísdómur
fylgjast sjáldan at.

14.
Hann hevur gjørt eitt dáraverk,
tað hava gjørt so fleiri.
Hoyr tú Ásmundur søti mín,
hann ger so ikki meiri."

15.
Tað var um eitt halgan kvøld,
ið sólin roðar í nøvum;
Ásmundur setist við eldsytaðin niður,
so sigst í Íslands søgum.

16.
Ásmundur setist við eldstaðin niður,
á tann sessin lága:
"Hoyr tú, Grettir sonur mín,
tú skalt mær á baki kláa."

17.
Grettir tók tann tógkamb upp,
hann gav honum ikki grið,
so reiv hann sín faðirs rygg,
at leparnir hingu við.

18.
Ásmundur reisist snarliga
upp av sínum palli:
"Sjáldan verður hann lukkuborin,
ið sinni hevur av trælli!"

19.
Ásmundur gongur for konu sína,
nú býðst størri vandi:
"Ikki vil eg, at Grettir verður
longur á hesum landi!"

20.
Grettir var tá illa lýddur
av sínum faðiri góða;
móðirin at honum alskin var,
so man søgan ljóða.

21.
Móðirin gongur for Grettir unga
bæði við sorg og sút:
"Faðir vil teg í fyrsta fari
dríva av landi út.

22.
Lítið hevur tú góðsið fingið
av tínum faðirs ræði;
fært tú ikki meiri frá mær,
tað verður tær stórur skaði.

23.
Her hevur tú tað góða svørð,
tú kanst tí fullvæl trúgva,
tað er komið úr Vatnsdølum,
sum slektir mínar búgva.

24.
Her hevur tú tað reyðargull,
tú goym á tínari ferð,
tú brúka tað til títt egið gagn,
hvar tú í landi er."

25.
Grettir fór av Íslandi
við so fáum orðum;
eingin hevði sæð størri mann
staðið á skipaborði.

26.
Bátsmenn líkjast á Grettir illa,
hvar teir á bunka ganga.
"Hvør hevur sett okkum higar á skip
tann stóra leting langa?

27.
Grettir helt at teimum fragd,
tí teir hann leting kalla,
snarur var hann í Íslands siðum,
hann táttar yrkti um allar.

28.
Veður ónt í havið kom,
knørrur tók at reka;
riva kom í kjølin stór,
so skipið tók at leka.

29.
Skiparin gongur for Grettir sterka,
bønliga hann biður:
"Hjálpir tú ikki at oysa nú,
so søkka vit allir niður."

30.
Grettir steig í knørrin niður,
klæddur var hann gráur,
so oysti hann tað einsamallur,
sum átta oystu áður.

31.
Til Noregi hildu teir síni ferð,
teir kasta akker á sand;
Grettir var tann fyrsti maður,
sum steig sín fót á land.

32.
Har búði ein so ríkur bóndi,
Tórfinn mundi eita;
Grettir gongur til hallar heim,
hann vil at húsum leita.

33.
Tórfinn tók móti Gretti væl
og beyð honum inn at gista;
"Tú skalt fáa hús og kost,
og alt hvat lív kann.

34.
Tórfinn talar til Grettir sterka:
"Tú ert kempan reysta,
torir tú bróta gravheyggj niður,
so fáa vit gullið besta."

35.
Grettir fór tann heyggj at bróta,
í at leggja í minni,
í tá sama heygginum
lá Tórfins faðir inni.

36.
Grettir breyt ein heilan dag,
ei leiddist honum enn,
tá ið teir komu at leiðinum,
tá rýmdu norskir menn.

37.
Grettir steig í leiðið niður,
skuldi gullið veiða.
Drekin reistist ógviligur
upp úr gravarleiði.

38.
Bardist hann móti dreka svarta
eina so langa stund,
hann feldi hann so í leiðið niður,
tað skalv bæði grót og grund.

39.
Grettir tók ein eikistav
ígjøgnum drekan rendi,
negldi hann fastan í jørðina,
tey ráðini Grettir kendi.

40.
So tók hann tað reyðargull
og bar til hallar heim;
Torfinn bóndi og Grettir sterki,
teir livdu við gleði og gleim.

41.
Tað var um eitt vetrarkvøld,
veður var so fús,
ránsmanna hópur av skóginum kom
at stjala úr Torfins hús.

42.
Grettir tók til móður svørð
við miklari makt og veldi,
ránsmanna hóp hann herjaði á,
teir flestu niður feldi.

43.
Tað var um ein annan dag,
ið Grettir á skóginum lá,
har kom ein av jalsins monnum,
beyð honum spott og háð.

44.
Grettir leyp frá vølli upp
við svørð í høgru hendi,
so høgdi hann á høvur hans,
at oddur í heila rendi.

45.
Frændur vildu sveinin hevna,
móti Gretti gingu,
teir nutu onga aðra bót,
enn deyðan av honum fingu.

46.
Inn kom ein av jalsins monnum:
"Harri, eg tær sigi:
'Grettir hevur á skógum burt
tínar sveinar vigið!'"

47.
Jallurin setist í dómarasætið,
so man dómur ljóða:
"Grettir hevur sítt lív forbrotið,
bøtur skal eingin bjóða!"

48.
Torfinn saðlar sín gangara,
jann ríður í jalsins høll:
"Eg gevi fulla mannabót
fyri teim monnum øllum.

49.
Vilt tú ikki mót bótini taka
og Gretti lívið geva,
leingi skalt tú jallurin
um hans deyða streva."

50.
Jallurin tók mót bótini,
hann tóktist vera í vanda:
"Eg geri Grettir útlagdan
út av Noregs landi."

51.
Grettir fór úr Noregi,
hann fullvæl jallin kendi,
fekk so byrð og blíðan sjógv
og aftur til Íslands vendi

52.
Grettir livir í faðirs garði
bæði við gleði og gavni,
eingin var í makt so sterkur,
ið sigast kundi hans javni.

53.
Grettir livir í faðirs garði
í sínari móður høllum,
reystari maður ikki fanst
á Norðlandinum øllum.

54.
Tað var um eitt jólakvøld,
Grettir frá gildi reið,
møtti honum tað ljóta trøll
mitt á sínari leið.

55.
Grettir situr á sínum hesti,
tykir nú mót sítt falla:
"Ljótari sjón eg ikki sá
í dagar mínar allar."

56.
Bardist hann mót trøllinum,
so dvørgamál sang í fjøllum:
"Betri var nú inni at ligið
enn at berjast mót' trøllum."

57.
Tað leið at tí morgunstund,
dagur í eystri rann,
so er mær av sonnum sagt,
at Grettir sigur vann.

58.
So er mær av sonnum sagt,
at trøllið mátti flýggja;
Grettir tordi eftir tað
ikki myrkur síggja.

59.
Inn kom ein av íslandsmonnum,
letur so orðum venda:
"Jallarnir eru av Noregi riknir,
teirra makt er endað.

60.
Jallarnir eru av Noregi riknir,
einki kundi máa,
aftur er komin sant' Ólavur kongur,
hann má ríki ráða."

61.
Grettir upp frá borði leyp
við silvurskál í hendi:
"Drottin signi tey tíðindi,
sant' Ólavur er mín frændi!"

62.
Tað var um ein fríggjadag,
má meg rætt um minna,
Grettir siglir til Noregi
sant' Ólav kong at finna.

63.
Sigldu teir til Noregi,
teir fingu byrðin blíða,
inntil teir komu á Trondeimsfjørð,
har hittu teir veður stríða.

64.
Kavaguva av fjalli stóð,
rok á firði mól,
teir komu inn at landinum,
men har var einki skjól.

65.
Bátsmenn ganga á sandinum,
teir nøtra í hjartarøtur:
"Fáa vit ikki eld í nátt,
so bjóða vit ikki bøtur.2

66.
Svaraði ein av monnunum,
hann situr á frystum sandi:
"Eg síggi bæði eld og ljós
yvri á hinum landi."

67.
Bátsmenn sita á frystum sandi,
teir væl um Grettir fagna:
"Hevði tú fingið oss eld í nátt,
tað mundi oss øllum gagnað."

68.
Grettir leyt á fjørðin halda,
garpur var hann sælur,
so stóð brot frá brósti hans
sum frá nøkrum hvali.

69.
Grettir svimur á firðinum,
hann óttast ei fyri vanda,
hann sær gildi og gestaboð
yvri á landi standa.

70.
Grettir kom á landið upp
og gekk so inn í høll,
alt sum har var innanfyri,
hildu hann vera eitt trøll.

71.
Alt, sum har var innanfyri,
hildu hann var trøllið gráa,
hvør tók sítt í hondina
mót' Grettiri at sláa.

72.
Grettir tekur til brandarnar,
væl man garpur duga,
so leika brandar um alla høll,
at húsið stóð í loga.

73.
Grettir tók so snarliga
ein brand í høgru hendi,
skundaði sær av durum út
og aftur á fjørðin vendi.

74.
Bátsmenn tóku mót Gretti væl,
tá hann á landið gekk:
"Nú eru vit úr vanda slopnir,
meðan tú brandin fekk."

75.
Men tá ið dagurin aftur kom,
og teir á plássið sóu:
kolað var alt húsið upp
og brendir leggir lógu.

76.
Hoyr tú, Grettir óndi maður,
tú má ikki hjá oss vera
vit vilja við tín ilskutræll
einki hava at gera!"

77.
Grettir gongur for Ólav kong
bæði við sorg og sút:
"Nú eri eg av hvørjum manni
so illa spiltur út."

78.
Svaraði góði Ólavur kongur:
"Kanst tú tað nú gera,
ert tú reinur í hesari sak,
tú gløðandi jarn skal bera."

79.
Grettir fór í kamarið inn,
har sat hann áleina,
fastaði hann í dagar tveir,
til han skuldi jarnið royna.

80.
Árla var um morgunin,
klokkur hoyrdust ringja,
so var sagt, at bispurin
hann læt til messu syngja.

81.
Grettir var leiddur í kirkjuna inn
í tann manna hóp,
har kom ein so lítil drongur
og gjørdi so mikið róp.

82.
"Hoyr tú gamli Ólavur kongur,
hvat eg vil framføra,
tú lat ikki handa ógerðsmann
tað heilaga jarnið røra!"

83.
Sinni rann at Gretti sterka,
tað var hans óndi siður,
so sló hann á dreingin hart,
hann hóknaði í gólvið niður.

84.
Kongurin stendur á kirkjugólvi,
bispurin honum hjá:
"Hoyr tú Grettir óndi maður,
pakka teg kirkju frá!

85.
Tú hevur verið eitt bølmenni,
so eingin er tín líki,
pakka teg fyrst av kirkjuni út
og síðan av mínum ríki!"

86.
Meðan hetta í Noregi hendi,
ei stóð betur heima:
Tórir høvdingur í Íslandi
hann mundi ei synir gloyma.

87.
Tórir gongur á Íslands ting
klagar um sínar frændur:
"Báðir eru mínir synir
í Tróndheimsfirði brendir."

88.
Tórir gongur á Íslands ting
og klagar um brendar brøður;
Grettir misti landafrið,
og prísur var settur á høvur.

89.
Tórir lýsir á altingi,
so munnu ganga søgur:
"Níggju merkur í hvítasilvuri
fæst fyri Grettis høvur."

90.
Tá ið hann aftur til Íslands kom,
frætti hann tað av sonnum,
at hann hevði mist sín landafrið
av øllum íslandsmonnum.

91.
"Vigin er ein bróðir tín,
og faðir tín er deyður."
Grettir stendur og líðir á,
hann gerst í andlit reyður.

92.
Grettir leitar um Ísland alt
sín bróðurs banamann,
tað var mær av sonnum sagt,
í Dølunum fann hann hann.

93.
Grettir tók sítt móður svørð,
hendur hevði hann harðar,
so høgdi hann á høvur hans,
hann høgdi hann niður til jarðar.

94.
Grettir flakkar um Ísland alt,
hann kundi ei eydnu prísa,
eingin var so hugdjarvur,
ið honum tordi at hýsa.

95.
Grettir flakkar um Ísland alt,
tó hevði hann eydnu slíka,
tríggjar gisti hann næturnar
hjá Gudmundi tí ríka.

96.
"Hoyr tú Grettir, neyðar maður,
tað vil eg tær ráða,
far tú tær á Drangoy út,
har man eingin vága."

97.
Grettir fór á Drangoy út
við bróður sínum at verja,
tað var eingin so hugdjarvur,
ið á hann tordi at herja.

98.
Tá hann hevði á oynni verið
upp á fjórða ár,
tá kom honum á óeydnu,
hann fekk so stórt eitt sár.

99.
Ilska kom í sárið stór,
sum Grettir á seingini lá,
hetta frættu hans óvinir,
so væl teir gleddust tá.

100.
Tórbjørn talar til sínar menn:
"Tit gevið honum ikki grið,
sleppur hann undan í hetta ár,
so hevur hann landafrið."

101.
Tað var um eitt vetrarkvøld,
stormur dunar í fjøllum:
Torbjørn fór á Drangoy út
við sínum monnum øllum.

102.
Torbjørn inn í hellið gekk,
sum Grettir fyri innan lá,
høgdi hansara høvur av
sær sjálvum til spott og háð..

103.
Illugi vaknar úr svøvni upp,
tá bróðirin var dripin;
snarliga var hann í hellisdurum
av Torbjørns monnum gripin.

104.
"Vilt tú svørja oss trygdareið,
tín bróður ei at hevna,
so geva vit tær lív og grið,
vilt tú ikki um tað nevna."

105.
"Tú hevur gjørt eitt dáraverk,
tað manst tú nú fortróta,
manniliga skal eg hevna hans deyð,
um eg má lívið njóta."

106.
Tað var Torbjørn íslendingur,
sínum svørði brá,
síðan kleiv hann Illuga
sundur í lutir tvá.

107.
Torbjørn fór á altingið
við Grettis høvur í hendi:
"Her er høvdið av manninum,
sum út var lagdur av landi.

108.
Níggju merkur úr hvítum silvri
skulu tit mær fáa,
fyri eg drap tann sterka mann,
sum eingin tordi vága."

109.
Hoyr tað Torbjørn íslendingur,
torir tú siga frá,
tú hevur dripið tann sterka mann,
ið sjúkur á seingini lá.

110.
Hoyr tú, Torbjørn íslendingur,
tín dómur er nú feldur,
tú skalt flýggja av Íslandi,
og løn fært tú ikki heldur!"

111.
Nú er sagt frá Gretti sterka,
fáir finnast slíkir.
Hansara deyði hevndur varð
eysturií Garðaríki.

112.
Hann, ið ei líðir faðirs ráð,
sjáldan verður hann glaður,
so gekk tað við Gretti sterka,
hann var ei eydnismaður.

Texti: Jens Christian Djurhuus


Sendiš mér gjarnan póst ef žiš finniš villur ķ textunum
en takiš gjarnan fram viš hvaša texta er įtt.